|
Description:
|
|
Firðirnir eru vakstrarpláss hjá millum annað ungtoskinum, men hvørki Havstovan ella Umhvørvisstovan vita, um alingin skaðar vistskipanirnar.
Alivinnan keypir fyri meira enn 100 milliónir krónur árliga frá Apoteksverkinum, men myndugleikarnir lata alivinnuna sjálva gera av, at nýtslan av kemiskum evnum á firðunum skal haldast loynilig.
Luttakarar: Lena Ziskason, Umhvørvisstovan, Eilif Gaard, Havstovan, John William Joensen, Norðlýsið, Heini Gaard, KvF.
Tøkningur: Leivur Thomsen. Lagt til rættis: Brynhild Thomsen. |