|
Description:
|
|
Landsstýrið hevur sett sær fyri at seta harðari reglur fyri, hvussu stórar fyritøkurnar í Føroyum kunnu vera. Í fyrstu atløgu innan fiskivinnuna.
Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal hevur skotið upp, at feløg og persónar ikki kunnu eiga meira enn 12 prosent av samlaðu veiðirættindunum í føroyskum, altjóða og fremmandum sjógvi.
Verður valdið savnað á fáum hondum, kann politiska skipanin verða ávirkað til at taka avgerðir, sum ikki eru til gagns fyri samfelagið sum heild, heldur hann.
Tingformaðurin Páll á Reynatúgvu hevur somu fatan. |