|
Description:
|
|
Fyrst kom Brexit, so Trump og nógv varð spátt um, at høgranationalistiskar rørslur fóru at vinna fram í Eysturríki, Hollandi, Fraklandi og Týsklandi.
Hetta vísti seg tó ikki at vera galdandi Eysturríki og Hollandi, har Frælsisflokkarnir hjá Norbert Hofer og Geert Wilders stóðu seg illa, og sunnudagin fekk maðurin á miðjuni flest atkvøður í Fraklandi.
Emmanuel Macron hevur ongan flokk og onki politiskt bakland aftanfyri seg í tjóðartinginum. Kappingarneytin, Marine Le Pen hevur einans tvey umboð í tjóðartinginum. |