|
Description:
|
|
Landið ger mismun, tá tað kemur til barnsburðarfarloyvi.
Páparnir fáa bara fýra vikur í sín part, meðan mammurnar eiga 14. Tær 26 vikurnar, sum tey eiga í felag, fara mammurnar oftast avstað við. Tí má løgtingið geva pápunum tær vikurnar, sum nú koma aftrat í barnsburðarfarloyvi, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen.
Bill Justinussen, løgtingsmaður, er samdur í, at páparnir eiga at fáa meira farloyvi, men hetta má ikki ganga út yvir rættindini hjá mammuni.
Hoyr Ólav Ellefsen og Bill Justinussen kjakast um pápakvotur. |