|
Description:
|
|
Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi.
Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin.
Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súsanna Nolsøe, samráðingarfólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. |