|
Description:
|
|
Tað er stórur munur á skúlaflokkum í Føroyum. Summir flokkar tíma væl at lesa, aðrir tíma minni lesa.
Støðan er tann, at tað eru heilir skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa. Har lesa tey eisini nógv.
Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og at tey lesa millum lítið og einki.
Tað eru ikki nakrir fáir flokkar. Tað eru nógvir flokkar, har mest sum allir næmingarnir ikki tíma serliga væl at lesa. |