|
Description:
|
|
Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt.
Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard.
Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harðbalin øki. |