|
Description:
|
|
Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur.
At vit mennast sum samfelag.
At tað er búskaparvøkstur í Føroyum. At fólkatalið veksur. At produktiviteturin veksur.
Tí politikarar vilja vísa á framgongd allatíðina. Tey vilja vísa, at tey hava verið við til at syrgt fyri, at tað er vøkstur í Føroyum.
At Føroyar nørast sum samfelag, nú tey sita við róðrið. |