|
Description:
|
|
Malan Mikkelsen úr Havn hevur, alt tað hon minnist, havt trupulleikar við maganum, hóast hon hevur livað sunt og etið vanligan kost. Í mong ár hevði heilsustøða hennara neiliga ávirkan á lívsgóðskuna, og læknarnir dugdu ikki at siga, hvat henni bagdi. Ikki fyrr enn ein blóðroynd varð tikin fyri trimum árum síðan, fekk Malan at vita, hví hon hevði verið so sjúk. Gerandisdagurin bleiv kollveltur frá tí degi, tí tað vísti seg, at Malan hevur cøliaki. Hetta merkir, at hon ikki toli gluten, sum er at finna í ymsum kornsløgum. Hetta gevur eisni Maluni ávísar avbjóðingar í gerandisdegnum |