|
Description:
|
|
Bobby Bare er heimskendur country og western sangari. Hann greiðir frá, at Skeeter Davis var eitt frálíkt menniskja og at tað var stuttligt at syngja saman við henni. Bobby Bare sigur, at hann hevur havt eitt gott lív. Hann spælir ikki stóru konsertferðirnar longur, men ístaðin einstakar konsertir og festivalar. Hann býr í Texas og vitjar annaðhvørt ár Europu. Í Føroyum eru kendastu løgini Detroit City, 500 Miles, og Four Strong Winds, og I Love You og A Dear John Letter, sum hann syngur saman við Skeeter Davis. Vit hittu hann til eitt prát. |