|
Description:
|
|
Rotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda- og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt skaðadjór, og hon hevur stóra ávirkan á eina oyggj. "Vit vita, at lundastovnurin í Viðoy minkaði rættliga nógv, tá ið rotta kom í oynna" sigur Sjúrður. Í fyrstu syftu mælir hann til, at fólk hyggja eftir og boða frá, um tey síggja rottu, soleiðis at hon ikki fær frið at nørast. |