|
Description:
|
|
Jústinus Eidesgaard sigur nógv áhugavert og hugvekjandi í samrøðuni. Til dømis tosar hann um javnvág í menniskjanum og at vit øll hava eina mannliga og eina kvinnuliga síðu. Jústinus heldur, at um ein hevur stóra trongd at vera saman við kvinnu, við tí endamáli at vera lukkuligur, merkir tað ójavnvág: -Men fyri tað havi eg hug at liva saman við konuni. Mín eydna má bara ikki vera avhengig av einum øðrum menniiskja, tá er tað ikki verdugt, sigur Jústinus Eidesgaard.. Hoyr aðrar rúmligar áskoðanir Jústinus her. |