|
Description:
|
|
Í dýrdarveðri og við tónleiki og tiltøkum bæði innandura og uttandura, var nýggja mentanar- og tónleikahúsið Harpa í Reykjavík alment tikin í nýtslu leygardagin 20. august. Harpa telur 4 konserthallir, ráðstevnuhølir, framsýningarmøguleikar, matstovur, eins og serhandlar við tónleiki og designi. Harumframt eru venjingar-, backstage- og starvsfólkaumstøðurnar í serflokki. Tað er føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, ið vegna teknistovuna Henning Larsen Architects, hevur staðið á odda fyri byggingini. Vit hava gjørt hesa reportagu frá degnum! |